Fullveldiskveðja frá Tjodveldi í Færeyjum (á færeysku)

Til hamingju Ísland!

 

Fyri júst 100 árum síðani gjørdi íslendska tjóðin av at skipa seg sum fullveldisríki. Hetta var í eini tíð, har umstøðurnar hjá fólkinum í landinum vóru sera kargar eftir fyrra heimsbardaga og har náttúrukreftirnar gingu hart ímóti.

Sum sjálvstøðug tjóð traðkaðu íslendingar út í heimin og tóku ábyrgd av at byggja eitt egið vælferðarsamfelag í Norðuratlantshavi grundað á at virða og virðisøkja sítt egna tilfeingi – í fólki, mentan, fólkaræði og í náttúru.

Hesi hundrað árini er fólkatalið meira enn trífaldað og ein sosial, mentanarlig og búskaparlig framgongd skapt, sum fáur hevði trúð møguliga – hóast kreppur og afturstig á leiðini.

Íslendingar hava sum tjóð gingið undan og kunnu framvegis ganga undan í so mongum málum, ið hevur givið øðrum tjóðum íblástur og fyrimynd – ikki minst okkum í Føroyum. Í máli og mentan, søgu, skúlaskapi og gransking, javnstøðu, náttúruvernd, íverksetan, altjóða samstarvi og rættindum, sjálvsvirðing og øðrum mongum.

fyri hetta takka vit hjartaliga.

Og vit senda okkara kæru frændatjóð tær fremstu og helstu kvøður á 100 ára degi íslendska fullveldisins. Gangið tykkum væl í ókomnum tíðum.

Vegna Tjóðveldi

Høgni Hoydal, formaður